Smílibýlið
Frítíðarskúlin Smílibýlið
Í Smílibýlinum er tað frítíðin hjá børnunum, sum er sett í hásætið. Tað vil siga, at børnini í størsta mun sjálvi kunnu ráða yvir, hvat tey brúka tíðina í Smílibýlinum til. Hetta ger, at tey hava teir bestu møguleikarnar, fyri at menna sínar persónligu og sosialu førleikar, í teimum aktivitetum ið eru at velja ímillum, og fría spælinum.
Námsfrøðiliga arbeiðið í húsinum er lagt soleiðis til rættis, at tann einstaki verður sæddur og hoyrdur, hóast tað eru nógv børn. Barnið verður hoyrt og virt sum tað er, ogvit møta barninum á tí støðinum tað er á, so tað følir sín týdning sum einstaklingur, og í tí stóra bólkinum.
Í Smílibýlinum leggja vit stóran dent á, at børnini eru ein partur av felagsskapinum. Í fría spælinum og ymsu aktivitetunum knýta børnini vinarbond sínamillum. Vit stuðla teimum í hesum, og ansa eftir, at øll koma í ein góðan felagsskap.
Starvsfólkabólkurin í Smílibýlinum er eyðkendur av ymiskleika og harmoni. Starvsfólkini eru virkin, nærverandi, tilvitaði um sín leiklut, og skapa eitt trygt og mennandi umhvørvi á stovninum.
Fysisku karmarnir í frítíðarskúlanum,geva børnunum góðar møguleikar fyri at kunna spæla bæði frítt og skipað. Vit hava tónleikarúm, rørslurúm og verkstað og fleiri smá rúm gera tað møguligt at hava smáar eindir, har børnini kunnu finna ró og hugsavna seg í spæli.
Sosialir og persónligir førleikar
Fyri at kunna vera ein partur av felagsskapinum krevst ein sosialur førleiki, sum ger at individi mennist og veksur saman við og í kraft av felagsskapinum. Tað er eisini her umstøðurnar fyri at menna persónliga førleikan eru góðar. Í felagsskapinum er tað eisini er eitt krav, at ein megnar at geva nakað aftur. Um onki verður givið til felagsskapin so hendir ein beinleiðis ella ein óbeinleiðis útihýsan. Av hesi orsøk er tað tí umráðandi, at øll børn hava ein sosialan førleika.
Hvussu sæst tann sosiali førleikin ella mangul upp á sama so aftur?
Hann sæst allastaðni har tað er meira enn tann eini persónurin. Tað vísir seg ymiskan hátt, so sum í kropsmáli, í talumáli, vanligum fólkaskikki t.d. tá siti verður til borðs, í spæli, samskifti og relatiónum við onnur.
Persónligu førleikar
• At barnið hevur gott sjálvsvirði
• At sjálvsmyndin er positiv
• At barnið kennir síni mørk og lærir at markera tey
Sosialir førleikar
• At barnið følir seg serstakan millum hini
• At barnið følir seg sum ein part av hinum
• At barnið dugir at fyrihalda seg til sín sjálvs og onnur. Eisini sjálvt umhvørvið.
• At barnið hevur ábyrgdar kenslu fyri sær sjálvum og øðrum.
Tað námsfrøðiliga tiltakið er, at karmarnir gera at barnið kann kenna seg trygt og trivnaðurin er góður, so teir persónligu og sosialu førleikarnir mennast. Avbjóðingarnar ella trupulleikarnir verða so vítt gjørligt loystir í felagsskapinum
Persónligu førleikarnir verða mest mentir í sosiala rúminum.
Hetta vísir seg aftur í at
• Huglagið í húsinum er positivt og lætt
• Børnini trívast
• At tey eru sjálvbjargin.
• At tey tora at siga frá og biðja um hjálp, tá tey ikki megna sjálvi.
• Varðveita síni sereyðkenni
• At børnini duga at loysa konfliktir
Heilsa og rørsla
Vit leggja dent á góða heilsu og rørslu, so barnið lærir at tað hevur týdning at vera kroppsliga virkin. Hvat kroppinum tørvar, fyri at vera væl fyri.
Um kroppurin er væl fyri er betri møguleiki fyri at sleppa undan umfarssjúkum, varandi sjúkum og ovurfiti. At vera kroppsliga væl fyri hevur positiva ávirkan á sálarliga og kensluliga lívið.
Hetta gera vit:
• Læra børnini reinføri.
• Fortelja børnunum, hví tey mugu eta sunt og røra seg
• Læra børnini góðan borðsið og at tey eiga at rudda upp eftir sær
• Børnini skulu út at fáa fríska luft hvønn dag og røra seg
• Matur og leikur eiga at verða atskilt.
• Tey fáa mjólk ella vatn at drekka um dagarnar
• Sunnar matvanar
• Túrar
Tað pedagogiska tiltakið er, at biðja børnini vaksa hendur áðrenn og aftaná eina máltíð. Og at hendurnar eisini skulu vaskast aftaná at barnið hevur verið á vesinum. Vit tosa um hví tað er umráðandi fyri heilsuna at hava persónligt reinføri og hví tað skal vera reint har matur er. Maturin vit eta í fts er heilsu góður.
Vit hava ein góðan og stóran garð við nógvum kroppsligu avbjóðingum, har børnini kunnu royna seg. Vit fara túrar og til ítróttarkappingar sum vit sjálvi skipa fyri ella sum vit eru boðin við til, frá øðrum frítíðarskúlum. Vit liggja sentralt fyri, við 2 stórum fótbóltsvøllum nær við og rennibreytina brúka vit eisini.
Náttúra og umhvørvi
Ein góður møguleiki hjá børnunum til at merkja hvat tær skiftandi árstíðirnar merkja er tá vit fara túrar, sjálvt teinin úr skúlanum yvir í fts. Vit ganga fram við eini trøð og urtagørðum har tað er møguligt hjá okkum at fylgja við í ringrásini. Nevnast kann veðrið, litirnar, ljósið osfr.
Á okkara túrum práta vit um ymiska so sum ta frísku luftina, bilosan og rusk sum flýtir fram við vegnum. Vit práta um at taka upp eftir okkum og um hví bussleiðin er ókeypis at ferðast við. Hvat kann endurnýtast og hvussu leingi tað tekur fyri ymsu ting at forgangast. Hví tað er umráðandi ar skilja rusk og hvat verður tyrvt. Viðhvørt hava vit ruddingar dag har øll børnini luttaka.
Tær fløskur vit finna taka vit við í fts har peningurin fyri seldu fløskurnar ferð til vælgerðar endamál eins og vit inni á stovninum gera børnini varug við at ting væl kunnu endurnýtast og kunnu umskapast við hjálp av hugflognum.
Í tí dagliga tosa vit um at okkara oysl av t.d. pappíri skaðar umhvørvi og at tað er ábyrgdin hjá øllum at gera sítt til at verja umhvørvi. Soleiðis koma vit víða um í práti sum kann ljóða tilvildarligt, men sum nógv liggur í.
Vit gera fleiri túrar til t.d hesi støð:
• Viðarlundina
• Boðanes
• Fjørðina
• Skansan
• Svartafoss
• Hoyvíkstjørn
• Hoydalar
• Sandagerð
Siðir og mentan
Mentanina skapa vit sjálvi við at verða tey vit eru, føroysk børn í Føroyum við teimum áhugummálum sum føroysk børn nú á døgum hava.
Gamla mentan læra tey so við at seta tingini upp móti hvørjum øðrum og samanlíkna fyri at skapa sær eina mynd av fortíðini.
Sum ein lið í at fáa eina breiða fatan av tí føroysku mentanin, er tað sera umráðania at børnini eisini fáa innlit í mentanir úr øðrum londum hetta fyri at vita hvat globalisering er og at víðka sítt tolsemi fyri øðrum fólkasløgum.
Fyri at náa hesum málið hava vit valt at hava tema koyrandi har vit kunnu fordjúpa okkum í ávísum evnum.
Í frítíðarskúlanum verða høgtíðir merktar við serligum tiltøkum t.d.jóladøgura, páskadøguraog øðrum tingum sum vanliga sermerkja merkisdagar osfr. Annars so verður práta um árstíðirnar og merkisdagar so hvørt sum tey eru aktuell.
Samskiftið og mál
Samskiftið er samansett av ymiskum tingum har av tað talaða málið er tann minnsti parturin. Tann parturin sum fyllir mest uttan at man er tilvitaður um tað er kropsmálið. Tónalagið er av stórum týdningi eins og mimikkur eisini hevur nógv at siga.
Endamál:
• gerast varug við kropsmál, tónalag og mimik
• duga at tosað og skilja føroyskt
• rein og greið tala
• tosað við hvønn annan við virðing
• pláss fyri reaktión upp á tiltalu
• at duga at loysa konfliktir við at tosað um tingini
Tiltøk
• stuðla børnunum í at tosað rætt við røttu orðunum og røttum bendingum
• skeivur málburður verður sagdur á rættan hátt av vaksnum ella øðrum børnum, tó uttan at vanvirðing
• stuðla børnunum í samskiftinum m.a. við at gera tey varug við tað non verbala málið
• møta barninum við empati og at stuðla teimum í teirra empatisku evnum
• at læra at lurtað og at snakkað við rødd sum hóskar seg
• at víðka tann málsliga førleikan við fremmanda málum
Skapandi evnir
Gjøgnum síni skapandi evnir fær man flutt eina process sum gongur fyri seg innan út . Tann vegin er so møguligt at sleppa av við frustratiónir, vreiði og at fáa úttrykt gleði, somuleiðis at fáa eyga á fjaldar eginleikar. Hetta styrkir sjálvsmyndina og hækkar sjálvsvirði. Við at kenna til síni skapandi evnir, hevur man nógv betri førleikar fyri at duga at finna loysnir og at síggja lívið sum eina avbjóðing í staðin fyri sum eina avmarking.
Í tí pedagogiska arbeiðinum er tað gott pláss fyri at menna hesar síðurnar hjá barninum. Umstøðurnar í Smílibýlinum eru sera væl egnaðar júst til hetta. Vit hava eitt verkstað, ein pall við áskoðaraplássum, eitt púturúm osfr. Til hesi tiltøk eru starvsfólkið til reiðar til at stuðla undir intiativið hjá børnunum.