top of page

Smílibýlið, Praktisk viðurskifti:

 

Smílibýlið er ein frítíðarskúli, og vit leggja stóran dent á, at hettar er frítíðin hjá børnunum. Tískil kunnu tey sjálvi velja, um tey vilja spæla innandura, ella úti í garðinum, júst tað virksemi tey hava hug at luttaka í á stovninum. Virksemið uttanfyri stovnin er skipað í bólkum, so øll sleppa ikki við hvørja ferð. Tó eru viðhvørt flokksfundir, sum øll skulu luttaka í, og onkur serlig tiltøk og túrar út av húsinum, har øll eisini skulu við.

 

Virksemi:

Á stovninum er nógv at spæla við, inni og úti, vit hava kreativan verkstað, sansirúm, rørslurúm, tónleikarúm og onnur rúm at spæla/vera í. Harumframt hava vit ymiskt skipað virksemi uttanfyri frítíðarskúlan.

 

Upplatingartíðir:

Stovnurin er opin hvønn dag frá tí at børnini fáa frí úr skúlanum, til kl.17.00.

Harumframt er frítíðarskúlin opin frá 8.00-17.00 tveir dagar um árið, tá skúlin er stongdur.

Í heyst- og páskafrítíðini, og tvær tær fyrstu vikurnar av summarfrítíðina, er eitt felags frítíðarskúlatilboð í Tórshavnar Kommunu, ið er opið frá 8.00-17.00. Har verða starvsfólk frá Smílibýlinum eisini til arbeiðis.

Foreldragjald 2020:

Frítíðarskúli 1018 kr. um mánaðin í 10 mánaðir um árið.

 

Systkinaavsláttur:
Hevur tú fleiri børn á stovni, rindar tú bara fyri tað yngsta barnið. Sostatt rindar eingin meira enn tað, ið eitt vøggustovupláss kostar.

 

Manglandi gjald:
Fer eftirstøðan fyri at hava barn á dagstovni upp um 2 mánaðir, kann kommunan siga plássið upp.

 

Boð til barn tykkara ella okkum:

Um tit av onkrari orsøk hava tørv á at geva barn tykkara eini boð tá tað er í frítíðarskúla, kunnu tit ringja ella sms´a til høgguslokkin á tlf: 214879. So kunnu boðini gevast víðari. Tað er eisini umráðandi, at tit boða okkum frá um okkurt serstakt er, sum t.d at barnið gongur til fótbólt, kór, skótar, fimleik, ella annað, sum vit skulu taka hædd fyri, ella um tit ætla at bjóða flokkinum heim í føðingardag, so vit fáa lagt til rættis út frá tí.

 

Um barn tykkara ikki skal í Frítíðarskúla:

Um barn tykkara er í skúla, men ikki skal í frítíðarskúla, er tað umráðandi, at tit geva tí ein seðil við, har boðini standa á. Um børnini ikki hava seðil við, mugu tey koma við yvir í frítíðarskúlan. Um tit td. ynskja, at barn tykkara skal kunna fara heim sjálvt ávísar tíðir ella dagar, ber eisini til, at gera fastar avtalur.

 

Fartelefonir:

Telefonin hjá børnunum skal vera í taskuna. Um tað av einhvørja orsøk er neyðugt at ringja heim, kunnu tey nýta telefonina hjá okkum. Ur, ið kunnu ringja, eru at rokna sum fartelefonir.

 

Klæði:

Vit eru ofta úti, antin í garðinum ella onkran túr út av húsinum, og tá kemur tað fyri at børn blíva vát. Tí er tað av stórum týdningi, at har altíð eru skiftiklæði í garderobuni. Eisini er týdningarmikið at hava veðrið í huga, tá børnini fara í skúlaJ

 

Viðtalur:

Tá foreldraviðtalurnar eru í skúlanum, er eisini møguleiki at tosa við okkum. Eisini eru tit altíð vælkomin at biðja um eina viðtalu, so finna vit eina tíð.

 

Starvsfólk:

Kontaktfólk 1. flokk: 

Brynhild

Maria

Anna Maria

                                   

Kontaktfólk 2. flokk:

Dania

Annika

Joan

Hákun

 

Leiðari: 

Allan

Telefon nr:

Smílibýlið        :           214879

Leiðarin           :           210045

 

Heimasíða:

www.smilibylid.wixsite.com/smilibylid

Facebook: Smílibýlið

 

Frítíðarskúlin Smílibýlið, Stoffalág 82,

100 Tórshavn, tlf 214879

Leiðari: Allan Mortensen, tlf. 210045,

t-post: allanm@torshavn.fo

www.smilibylid.wixsite.com/smilibylid

Smílibýlið

 

bottom of page